• Tilmæl vin, og fá ókeypis venjing afturfyri

    Nú ber til at fáa ókeypis venjing við at tilmæla ein nýggjan lim.
    Tú fær ein mánaða ókeypis venjing fyri hvønn nýggjan lim ið tú tilmælir – og onki mark er fyri hvussu nógva limir ein limur kann tilmæla.
    Treytin er at nýggi limurin ikki hevur verið limur í venjingarstøðini seinasta hálva árið, og at viðkomandi teknar ein av “føstu” limaskapum okkara.
    Eisini er krav av tann ið skal hava ókeypis mánaðin hevur “fastan” limaskap.

    Tað er sera lætt at fáa sín ókeypis mánaða, einasta tit skulu gera er at nýggi limurin skrivar hvør limur hevur tilmælt seg í “kommentar” feltið tá limaskapurin verður keyptur á netinum.
    Ókeypis mánaðin verður tá sjálvvirkandi lagdur inn á limaskapin hjá tí ið tilmælir.

    Tað ber ikki til at koma afturumaftur um tilmælið ikki verður gjørt samstundis sum limaskapurin verður teknaður..

    Tilboðið er galdandi allan februar mánaða.